previous arrow
next arrow
Slider

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her.

MÁL:
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.
Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.

Stýrið fyri Roðan
Tórbjørn Jacosen, formaður
Jóhannus Danielsen, næstformaður
Artur Johansen, stýrislimur
Jóhan Vest, stýrislimur
Kristian Gaardbo, stýrislimur
Selinda í Heiðunum, stýrslimur
Elin á Torkilsheyggi, stýrislimur

Leiðari fyri Roðan
Jóngerð Guttesen

Hvat stendur navnið ROÐIN fyri?

Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.

KUNNING
03.06.2019

Vinnandi seðlarnir:

“Sólorka” virði 10.000kr: Violettur seðil nr D22210 (Vinnari funnin)

Weber gassgrill frá Fønix, virði uml 2.500kr : Violettur seðil D22399 (Vinnari funnin)

Effo virði 1.000kr: Orange seðil nr C26151 (Vinnari IKKI funnin)

Atlantic Airways 1.000kr: Bláur seðil nr C22748 (Vinnari funnin)

Atlantic Airways 1.000kr: jósareyður seðil C26461 (Vinnari funnin)

Vinnarin av Effo gávukortinum verður biðin um at ringja á tlf 290210,

09.04.2019

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Seniorfestivalinum í Runavík. Tað er aftur Roðin – økistænastan, ið skipar fyri.
Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur, ið serliga vendir sær til tey tilkomnu.

Tankin við festivalinum er at lata dyrnar upp og gera Roðan meira atkomuligan,

08.04.2019

Soleiðis verður skrivað um teir:

”Den canadiske sanger Reg Downey med den store, bløde stemme og den danske pianist og sanger Andreas Flensted-Jensen har nu i 3 år udgjort en hjertevarm duo, der begejstrer publikum ved deres mange koncerter i både Danmark og udlandet.