Arrow
Arrow
Slider

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her.

MÁL:
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.
Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.

Stýrið fyri Roðan
Tórbjørn Jacosen, formaður
Jóhannus Danielsen, næstformaður
Arthur Johannesen, stýrislimur
Jóhan Vest, stýrislimur
Kristian Gaardbo, stýrislimur
Selinda í Heiðunum, stýrslimur
Elin á Torkilsheyggi, stýrislimur

Leiðari fyri Roðan
Tordur J. Niclasen

Hvat stendur navnið ROÐIN fyri?

Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.

KUNNING
28.03.2017
Ókeypis tiltak  fyri PENSJONISTAR í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu ROÐIN-økistænastan skipar fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu. Tiltakið verður í Løkshøll mikudagin 5. apríl kl. 19.00 “Úr gomlum goymslum” er evni sum Petur Jacob Sigvardsen, rithøvundur
07.01.2017
Á stýrisfundi 4. Januar 2017 skipaði stýrið seg við Tórbirni Jacobsen sum formanni og Jóhannusi Danielsen sum næstfomanni.  Hinir limirnir í stýrinum eru Arthur Johannesen, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Elin á Torkilsheyggi
01.11.2016
Fitt av fólki høvdu í dag leita sær til hugnaløtu á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi, har navn og búmerkið varð avdúkað. Okkurt gott undir tonnina var at fáa og hugnaði Signar í Homrum um við tónleiki og sangi. Leiðarin bjóðaði vælkomið og segði nøkur orð.