previous arrow
next arrow
Slider

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her.

MÁL:
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.
Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.

Stýrið fyri Roðan
Tórbjørn Jacosen, formaður
Jóhannus Danielsen, næstformaður
Artur Johansen, stýrislimur
Jóhan Vest, stýrislimur
Kristian Gaardbo, stýrislimur
Selinda í Heiðunum, stýrslimur
Elin á Torkilsheyggi, stýrislimur

Leiðari fyri Roðan
Jóngerð Guttesen

Hvat stendur navnið ROÐIN fyri?

Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.

KUNNING
25.10.2018

Hanna Joensen er sett í starvið sum deildarleiðari í Miðstovu í Eysturoyar røktar- og ellisheimið, nú Elinborg Potts fer frá.
Tá umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 5 umsóknir komnar til starvið.
Hanna Joensen, sum býr í Runavík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eftirútbúgving í Gerontologi (læran um eldri) og Rehabilitering.

19.10.2018

7. november kl 19-20:30 skipar Roðin – økistænastan fyri hugnaløtu í Løkshøll.

Hugnaløtan er ætlað teimum, sum eru 67 ár og eldri, – og avvarandi eru vælkomin við.

Skrá:
– Jóngerð Guttesen, leiðari fyri Roðan, bjóðar vælkomin.
– Torbjørn Jacobsen,

22.08.2018

Nú byrja vit aftur og vit gleða okkum at síggja tykkum øll. Stuttligt hevði verið, um vit sóu fleiri nýggj andlit eisini:)

Vit byrja í ítróttarhøllini á Skála týsdagin 4. september.
Venjingarnar á Skála vera týs- og hósdag kl 11-12

Vit byrja í Bylgjuni í Runavík mikudagin 5.

29.06.2018

Vegna veður, er garðdagurin á ERE útsettur til týsdagin 3. juli kl 15-19!! Um onkur er, sum ikki hevur meldað til, og ynskir at luttaka týsdagin, – vinarliga send sms á tlf 290210 innan kl 12 mánadagin 2. juli 🙂