BÚSTOVNAR

Eysturoyar Røktar- og ellisheim

Eysturoyar Røktar- og ellisheim (ERE) varð tikið í nýtslu 4. februar 1984.

Heimið er síðani útbygt tvær ferðir, og eru í dag 70 búpláss.

Á heiminum eru fýra deildir.

Bústaður:
Friðartún 1
620 Runavík
Tlf. 478200 – teldupostur: rodin@rodin.fo

Deildinar á ERE eru: 

Norðurstova við 24 búplássum

Deildarleiðari er Kristbjørg Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur

Miðstova við 24 búplássum

Deildarleiðari er Hanna Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur

Suðurstova við 22 búplássum fyri fólk við demenssjúku.

Deildarleiðari er Eimy Hansen, heilsurøktari

 

Vesturskin

Vesturskin, varð tikið í nýtslu í  dato ????   2002.  16 búpláss.

Deildarleiðari er Annika Torbjarnardóttir, sjúkrarøktarfrøðingur.

Bústaður:
Á Kneysum 16
650 Toftir

 

Sjóvarlon

Sjóvarlon, sum varð tikið í nýtslu 8. mars 2016, hevur 10 búpláss.

Virkand deildarleiðari er Gunn Olsen, sjúkrarøktarfrøðingur

Bústaður:
Dávagerði 16
490 Strendur

 

Dagtilhaldið á Skála

Endamálið við hesum tilboðið, er at stuðla heimabúgvandi,ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Opið er yrkadagar frá kl. 09.00 – 16.00.

Pláss er fyri 10 brúkarum.

Deildarleiðari er Unn Justinussen, sjúkrarøktarfrøðingur

Bústaður:
Skálavegur 202
480 Skála

Nærri upplýsingar síggjast í faldaranum niðanfyri

Leinkja til faldara til Dagtilhaldið á Skála

Leinkja til umsóknarblað um búpláss og tænastur