Eysturoyar Røktar- og ellisheim

Eysturoyar Røktar- og ellisheim

Eysturoyar Røktar- og ellisheim (ERE) varð tikið í nýtslu 4. februar 1984.

Heimið er síðani útbygt tvær ferðir, og eru í dag 70 búpláss.

Á heiminum eru fýra deildir.

Bústaður:
Friðartún 1
620 Runavík
Tlf.: 47 82 00
Fax: 47 82 02
Teldupostur: rodin@rodin.fo

Deildinar á ERE eru: 

Norðurstova við 24 búplássum.

Deildarleiðari er Kristbjørg Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur.

Miðstova við 24 búplássum.

Deildarleiðari er Beinta Dalheim, sjúkrarøktarfrøðingur.

Suðurstova við 14 búplássum.

Deildarleiðari er Elinborg Potts, sjúkrarøktarfrøðingur.

Heiðastova, ið er ætlað fólki, ið hava demens, við 8 búplássum.

Deildarleiðari er Eimy Hansen, heilsurøktari.