Demenstænasta

Roðin hevur eina deild á røktarheiminum har pláss er fyri 22 fólkum, sum hava sjúkuna Demens. Talan er í høvuðsheitum um føst búpláss.

Dagtilhaldi á Skála er eisini ætlað fólkum við demenssjukum og er pláss fyri 10 fólkum har.

Roðin hevur síðan maj 2017 haft ein demendssamskipara í starvi. Tað er Unn Justinussen, sum virkar úti í økinum og hevur dagligu leiðsluna av dagtilhaldinum á Skála. Unn hevur serliga ábyrgd av heimbúgvandi við demenssjúku. Unn undirvísir eisini og er sum heild ein av lyklapersónunum í menningararbeiðinum av demenstænastuni hjá Roðanum.