Farloyvisstarv – Sjóvarlon søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi.

Sjóvarlon er sambýlið á Strondum, sum hýsir 10 eldri fólkum. Á sambýlinum verður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkunum.

Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Sjóvarlon strembar eftir, at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Talan er um eitt farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á starsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðin er í dagvaktum 3 gerðandisdagar og skiftisvaktum 2. hvørt vikuskifti. Starvið er til setan 1. mai 2019 – 1. mai 2020.

 

 

FØRLEIKAKRØV

–        Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
–        Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
–        Góð evni at samskifta í skrift og talu
–        Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari eind í
menning
–        KT-førleika á brúkarastøði

–        Fyrimun um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving

VIT BJÓÐA TÆR

–        ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
–        ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
–        eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
–        møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elmu Mikkelsen, deildarleiðara á Sjóvarlon. Telefon 793387 ella við telduposti til elmam@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon”.
Umsóknarfreistin er 19. mars 2019.

Posted on