June 18, 2018

Gongutúrur fyri fólki við demens og teirra avvarðandi!

Gongutúrurin verður hósdagin 21. juni kl. 11.00-14.00

Møtt verður á økinum millum Apotekið og Bylgjuna kl.11.00. Farið verður eftir gøtuni runt um Toftavatn. Jóannes S. Hansen fer at greiða frá ymiskum áhugaverdum. Ein matarsteðgur verður og tí er gott, um tit hava matpakka og okkurt drekkandi við. Tá ið túrurin er liðugur, eru øll boðin niðan á Eysturoyar røktar og -ellisheim til ein kaffi-/temunn og kaku.
Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk

Vinarliga
Roðin – Demenstænastan
Melda til á tlf. 290213 ella á teldupostadr.: unnj@rodin.fo