Heilsurøktari til Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið

 

Talan er um eitt spennandi starv sum heilsurøktari, á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Starvið er til setan 1. oktober 2019 ella sum skjótast.

Miðstova er búeind á Eysturoyar ellis- og røktarheimið í Runavík. Á Miðstovu búgva 20 eldri fólk, umframt at 4 pláss eru til samdøgursrehabilitering. Eysturoyar ellis- og røktarheim er partur av Roðanum, sum er eldrasamstarvið millum Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu. Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.
Í Miðstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á eindini er skipað við greiðum ábyrgdarbýti sammett til røktina. Vit arbeiða við einstaklinga røktargongdum til hvørt búfólk.
FØRLEIKAKRØV
• Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

• KT førleika á brúkarastøði

VIT LEGGJA DENT Á
– Áhugan fyri eldrarøkt
– Evni at samskifta í skrift og talu
– Evni at raðfesta, leggja arbeiði til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt
– Hugin og evnini at arbeiða og samstarva í toymi
– Hugin og evnini at læra frá sær í praksis
– Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni

ARBEIÐSUPPGÁVUR
– røkt til búfólk
– Skipa røktargongdir
– At útinna, miðla og menna røkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
– Samstarva við aðrar fakbólkar

VIT BJÓÐA TÆR
– Góða innleiðslu
– Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
– Eitt gott arbeiðspláss, góðar starvsfelagar og góðar umstøður
– Møguleikan at menna røktina á deildini
– Gott tvørfakligt samstarv

Søkir heilsurøktari ikki starvið, kann starvið setast av øðrum fakbólkið – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Honnu Joensen, deildarleiðara á Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til hannaarna@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”heilsurøktari til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 26. august 2019.

 

Posted on