Køksfólk til Sjóvarlon

 

KØKSFÓLK TIL SAMBÝLIÐ SJÓVARLON Á STRONDUM.

Sambýlið á Strondum søkir eftir einum køksfólkið at arbeiða 38,5 tímar aðru hvørja viku. Arbeiðstíðirnar eru um dagin og eru tímarnir býttir á allar sjey dagarnar í vikuni.

FØRLEIKAKRØV
• Dámar og dugur at gera mat

• Áhuga at arbeiða við eldri fólki

• Góð evni at samstarva og samskifta

• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning

• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elmu Mikkelsen, deildarleiðara í Sjóvarlon. Telefon 793387 ella við telduposti til elmam@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”køksfólk til Sjóvarlon”
Umsóknarfreistin er 26. september 2018.

Posted on