Kom og ger mun

 

Fyri starvsfólk, ið eru farin frá fyri aldur og fyri starvsfólk, sum vegna útbúgving ella barnsburð fara í farloyvi, søkir Roðin eftir 5 starvsfólkum til heimatænastuna

 

SØKT VERÐUR EFTIR:

  • Fast starv í starvsbrøki 0,5, svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin frá kl. 8 – 13. og 2. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er á Skála
  • Farloyvisstarv frá 15. august 2019 til 15. november 2020, í starvsbrøki 0,625, svarandi til 25 tímar um vikna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi í dag og kvøldvakt og 2. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er á Skála
  • Farloyvisstarv frá 15. august 2019 til 15. november 2020, í starvsbrøki 0,5, svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin frá kl. 8 – 13 og 2. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Runavík
  • Farloyvisstarv frá 1. Sep. 2019, ella skjótast til ber til 31. aug. 2020 í starvsbrøki 0,625, Svarandi til 25 tímar um vikna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi í dag-kvøldvakt og 2. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Runavík.
  • Farloyvisstarv frá 1. sep. 2019 til 1. Sep. 2020, í starvsbrøki 0,5, svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin frá kl. 8 – 13 og 2. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Runavík.

Góðir møguleikar fyri at arbeiða fleiri tímar.

FØRLEIKAR:

Útbúgving heilsuhjálpari ella heilsurøktari.

Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, herundir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA AT TÚ:

Hevur hóskandi arbeiðsroyndir.

Ert rúmlig/ur og hevur lætt við at skapa samband við onnur

Ert ágrýtin og arbeiðssom/samur

Hevur lætt við at samstarva við onnur og samstundis megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Hevur teldførleika á brúkarastigið

Hevur koyrikort

VIT BJÓÐA:

Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu, góðar og eldhugaðar starvsfelagar.

 

SETANARVIÐURSKIFTI:
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.

 

MEIRA FÆST AT VITA:

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara, telefon 793304, t-post: kristbjørgt@rodin.fo

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til rodin@rodin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. juli kl. 12.

Viðmerkjast skal „starvsfólk til Heimatænastuna“ .

 

Posted on