Kostfakligt starvsfólk til køkin á Eysturoyar røktar- og ellisheimið.

Ert tú føðsluatstøðari, kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving og brennur fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað tær, vit leita eftir.

Køkurin á Eysturoyar røktar- og ellisheimið ger mat til 70 húsfólk umframt mat til matarhøllina. Vit leggja dent á, at gera góðan føroyskan og føðslurættan mat

Starvið er á starvsbrøki 0,85 og til setan 1. Mai 2019. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 gerandisdagar og 2. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

Planlegging, fyrireiking, matframleiðsla, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð.

Førleikar:

  • tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent), kokkur ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
  • tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
  • tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki

Persónligir eginleikar:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú tolir stórt arbeiðstrýst
  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • tú ert røkin og arbeiðssamur
  • tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða:

  • virknar og dugnaligar starvsfelagar
  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá Køkinum
  • felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum

Setanarviðurskifti:

Sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Kost- og føðslufelagið.

Nærri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnhild Tausen Olsen, leiðara í køkinum, telefon 290221 ella við telduposti til magnhildto@rodin.fo.

Umsóknarfreistin er 29. mars 2019

Posted on