Nýggjur deildarleiðari í Heimatænastuni og nýggjur Tørvsmeti

Kristbjørg Toftegaard er sett sum deildarleiðari fyri Heimatænastuna í Roðanum. Kristbjørg hevur drúgvar royndir sum leiðari í Øki 2 / Veks og hevur arbeitt, sum Demenssamkipari í Dagtilhaldinum á Skála síðani tað opnaði í 2016. Kristbjørg tekur við deildarleiðarastarvinum 01.01.2018

Annfríð Neslíð, sum hevur verið deildarleiðari fyri Heimatænastuna í Roðanum í nógv ár, hevur tikið av nýggjum avbjóðingum í Roðanum. Hon byrjar sum Tørvsmeti 01.01.2018

Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við størvunum.

Posted on