Nýggjur deildarleiðari í Miðstovu

Hanna Joensen er sett í starvið sum deildarleiðari í Miðstovu í Eysturoyar røktar- og ellisheimið, nú Elinborg Potts fer frá.
Tá umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 5 umsóknir komnar til starvið.
Hanna Joensen, sum býr í Runavík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eftirútbúgving í Gerontologi (læran um eldri) og Rehabilitering. Harafturat lesur hon í løtuni Akademi í leiðslu.
Hanna hevur 15-ára royndir á eldraøkinum, fyrst sum sjúkrarøktarfrøðingur, síðani deildarleiðari og síðani 2017, sum samskipari av rehabiliteringini í Miðstovu í Eysturoyar røktar- og ellisheimið.
Hanna tekur við starvinum sum skjótast.

Posted on