Roðin økistænastan søkir eftir deildarleiðara til Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara til at leiða og mynda Miðstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið. Miðstova er ein bú- og rehabiliteringseind – býtt á 20 búpláss og 4 rehabiliteringspláss

Sum deildarleiðari ert tú partur av deildarleiðslutoyminum í Roðanum og hevur tætt samstarv við leiðaran.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR HJÁ DEILDARLEIÐARANUM ERU:
• At ganga á odda í at mynda og lýsa tænastuna á deildini og hjá Roðanum sum heild.
• At seta í verk, samskipa, miðla og leiða Miðstovu.
• At tryggja trivnað og fakliga menning.
• At miðla og seta í verk verandi og nýggja vitan innan sjúkrarøkt, røkt, rehabilitering og fyribyrging.
• At skapa eitt áhugavert arbeiðspláss.
• At samstarva innanhýsis og tvørtur um mørk.
• At hava dagligu ábyrgdina av starvsfólkahópinum.
• Saman við dygdarmennaranum at hava ábyrgd av, at menna Miðstovu sum útbúgvingarstað hjá lesandi og næmingum.

FØRLEIKAKRØV:
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
• Møguliga leiðsluútbúgving.
• Viðkomandi arbeiðsroyndir.
• Dugur at síggja týdningin av tvørfakligum samstarvi.
• Góð samstarvsevni.
• Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
• Góð analytisk evni at miðla og seta í verk.
• Forvitin, týðilig/-ur og rúmlig/-ur.
• Gott yvirblikk.
• Megna at halda fast og kunna skera ígjøgnum.
• Góðan KT- førleika.
• Tola møguligar broytingar í starvinum.

SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu og verður lønt sambært KAF/Fíggjarmálaráðnum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til rodin@rodin.fo og viðmerkjast “deildarleiðari til Miðstovu”. Umsóknarfreistin er 12. oktober 2018.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara tlf. 793300 ella við telduposti til jongerdg@rodin.fo.

MÁLIÐ HJÁ ROÐANUM ER:
Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Posted on