March 13, 2024

ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR EINUM FYSIOTERAPEUTI

Í Roðanum økistænastuni er málið, at eldri borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kunmmunu skulu kunna liva og luttaka í samfelagnum og at tey skulu kunna vera sum longst í egnum heimi. Tí vilja vit stuðla undir, at tey varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Roðin vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

Arbeiðið hjá fysioterapeutunum er í venjingarhølum, ítrottarhallum, heima hjá borgaranum og á teimum trimum heimunum í Roðanum: Sjóvarlon, Vesturskin og Eysturoyar røktar- og ellisheimi.  

SØKT VERÐUR EFTIR:

Fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 svarandi til fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð.

Setanin er 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu.

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í tí sambandi at seta átøk í verk til eldri borgarar.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At meta um og søkja um hjálpartól.

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:

  • Útbúgvin fysioterapeutur.
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna.
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum.

 VIT KUNNU BJÓÐA:

  • Eitt jaligt, framtakshuga og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:

Verða sambært sáttmálan millum Fysioterapeutfelag Føroya og KAF/Fíggjarmálaráðið

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, deildarleiðara, á tlf. 793361 ella við telduposti til katrinp@rodin.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo.  

Umsóknarfreistin er 25.mars 2024.