ROÐIN ØKISTÆNASTAN SØKIR EFTIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGI TIL HEIMATÆNASTUNA.

Talan er um eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,6 svarandi til 24 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin og um kvøldið og 3. hvørt vikuskifti. Harafturat eru nakrar tilkallivaktir um mánaðin. Starvið er til setan 1. apríl 2018 ella skjótast tilber.

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í einum tvørfakligum toymi.
• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til heimatænastuna”
Umsóknarfreistin er 12. mars 2018.

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:
• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Posted on