Roðin økistænastan søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til heimatænastuna.

Talan er um eitt starv á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru um dagin og um kvøldið og 2 vikuskifti í 6 vikur. Harafturat eru nakrar tilkallivaktir um mánaðin. Starvið er til setan skjótast tilber.

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Fakligir førleikar
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• KT-førleika á brúkarastøði

Fyrimunur um tú hevur drúgvar kliniskar royndir og viðkomandi eftirútbúgving/skeið innan gerontologi, palliatión, sárrøkt ella líknandi.

Persónligir førleikar
Vit vænta at tú hevur góð samstarvsevni, hevur hug at arbeiða og samstarva í einum tvørfakligum toymi, ert arbeiðsom/samur, álítandi og hevur góð evni at miðla sjúkrarøkt.

Vit bjóða tær
• Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingr til heimatænastuna”
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2019.

Málið hjá Roðanum økistænastuni er:
• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Posted on