ROÐIN SØKIR EFTIR EINUM HEILSURØKTARA TIL SUÐURSTOVU Á RØKTAR- OG ELLISHEIMINUM Í RUNAVÍK

ROÐIN SØKIR EFTIR EINUM HEILSURØKTARA TIL SUÐURSTOVU Á RØKTAR- OG ELLISHEIMINUM Í RUNAVÍK.
Søkt verður eftir:

– Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi í tíðarskeiðnum 1. apríl 2018 til 31. mars 2020. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Áhuga at arbeiða við eldri sum hava minnissvinn
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður til setan 1. apríl 2018 og verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eimy Hansen, deildarleiðara í Suðurstovu. Telefon 290209 ella við telduposti til eimyh@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Suðurstovu”.
Umsóknarfreistin er 01. mars 2018.

MÁLIÐ HJÁ ØKISTÆNASTUNI ROÐANUM ER:
• Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
• At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
• At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar,-Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

Posted on