ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARUM OG HEILSUHJÁLPARUM TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM.

ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARUM OG HEILSUHJÁLPARUM TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM.
Søkt verður eftir:

– Einum heilsurøktara starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum.
– Einum heilsurøktara starvsbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum.
– Einum heilsurøktara fyri heilsurøktara í farloyvi í tíðarskeiðnum 01.09.18 – 31.07.20 Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum.
– Fýra heilsuhjálparum í starvsbrøki o,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum .

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Prógv sum heilsuhjálpari
• Áhuga at arbeiða við eldri fólki
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning
• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku Torbjarnadóttir, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til annikat@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Vesturskin” ”Heilsuhjálpari til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 02. august 2018.

Posted on