ROÐIN SØKIR EFTIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGUM, HEILSURØKTARUM OG HEILSUHJÁLPARUM TIL EYSTUROYAR RØKTAR- OG ELLISHEIM

Søkt verður eftir:

-Tveimum heilsurøktarum á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum.
– Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á starvsbrøki 1,0 ella 0,8 svarandi til 40 ella 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagvaktum frá mánadag til fríggjadag.
– Tveimum heilsuhjálparum á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari

Prógv sum heilsuhjálpari

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

• Góð evni at samskifta í skrift og talu

• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í
menning

• KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
• eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkur verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF / Fíggjarmálaráðið

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara í Norðurstovu. Telefon 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal
Umsóknarfreistin er 17. august 2018.

Posted on