Røktarstarvsfólk/heimahjálpir til heimatænastuna

SØKT VERÐUR EFTIR RØKTASSTARVSFÓLKUM/ HEIMAHJÁLPUM TIL HEIMATÆNASTUNA HJÁ ROÐANUM, ØKISTÆNASTUNI.

SØKT VERÐUR EFTIR:
4 starvsfólkum á starvsbrøki 0,625. Svarandi til 25 tímar um vikna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi í dag-kvøldvakt og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAR:
Vit vænta at tú:
Hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari.
Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki herundir eldraøkið
Hevur hóskandi arbeiðsroyndir
Hevur yrkisligan og menniskaligan førleika
Hevur hug og hegni at samstarva tvørfakligt.
Hevur lætt við at samskifta og skapa samband við onnur.
Kanst arbeiða sjálvstøðugt
Er arbeiðssom/samur, ágrýtin og góð/góður til at finna loysnir tá okkurt óvæntað stingur seg upp
Hevur teldførleika á brúkarastigið
Hevur koyrikort

Um tú hevur royndir við at arbeiða innan eldraøkið so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT BJÓÐA:
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI:
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.

MEIRA FÆST AT VITA:
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara, telefon 793304, t-post: kristbjorgt@rodin.fo
Størvini verða at seta sum skjótast.

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til rodin@rodin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 7. mars kl 12.

Viðmerkjast skal „røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“ .

Posted on