Sjúkrarøktarfrøðingur á Sjóvarlon

Farloyvisstarv

 

Sjóvarlon søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi.

 

Sjóvarlon er sambýlið á Strondum, sum hýsir 10 eldri fólkum. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkunum.

Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Sjóvarlon strembar eftir, at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Talan er um eitt farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á starsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðin er í dagvaktum 4 gerðandisdagar um vikuna. Starvið er til setan 15. mai 2019 – 15. mai 2020.

 

 

FØRLEIKAKRØV

  –       Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

–       KT-førleika á brúkarastøði

–       Fyrimun um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving

 

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

  –       Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
  –       Góð evni at samskifta í skrift og talu
  –       Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari eind í
menning
  –       Skal kunna átaka sær uppgávuna, at avloysa deildarleiðaran.

VIT BJÓÐA TÆR

  –       Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  –       Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  –       Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  –       Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elmu Mikkelsen, deildarleiðara á Sjóvarlon. Telefon 793387 ella við telduposti til elmam@rodin.fo

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon”.
Umsóknarfreistin er 4. apríl 2019.

 

Posted on