Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Miðstovu

Miðstova á Ellis- og røktarheiminum í Runavík søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi.

Miðstova er búeind hjá 20 eldri fólkum, umframt at tað er ein samdøgursrehabiliteringseind við 4 fýra plássum. Í búeindini veður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum.
Á rehabiliteringseindini er endamálið at borgarin, ið onkursvegna hevur mist virkisførleika, við einum miðvísum og tíðaravmarkaðum rehabiliteringsátaki endurvinnur sama, ella best møguliga virkisførleika aftur.
Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Miðstovu strembar eftir, at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Talan er um eitt starv, sum sjúkrarøktarfrøðingur á starsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávurnar eru bæði í rehabiliteringini og í búeindini. Arbeiðstíðin er í dagvaktum gerðandisdagar.

FØRLEIKAKRØV
– Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
– Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
– Góð evni at samskifta í skrift og talu
– Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari eind í
menning
– KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR
– ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
– ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
– eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
– møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Honnu Joensen, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til hannaarnaj@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 23. november 2018.

Posted on