Sjúkrarøktarfrøðingur til samdøgursrehabilitering

                                

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at samskipa samdøgursrehabiliteringina, sum er staðsett á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Eindin til samdøgursrehabilitering telir 4 pláss og leggur dent á at stuðla heimabúgvandi fólkapensjónistum í at megna gerandisdagin. Arbeiði við tí verður lagt til rættis í einum tvørfakligum toymi saman við fysioterapeutum, ergoterapeutum og røktarstarvsfólki.

Starvið er til setan 1. september 2019. Setanarbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeitt verður mánadag til og við hósdag frá kl 8-15.

FAKLIG OG PERSÓNLIG FØRLEIKAKRØV
Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, eins og breiðar kliniskar royndir. Vit vænta, at tú hevur áhuga í at arbeiða við rehabilitering í samstarvi tvørtur um fak og geirar, sum treytar, at tú hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu, at tú hevur góð evni at samskipa og at tú sjálvstøðugt megnar at leggja arbeiðsgongdir tilrættis.

Tilboðið um samdøgursrehabilitering í Roðanum er rímiliga nýtt og í støðugari menning og tí mást tú kunna tola at vera í eini ávísari broytingartilgongd, har virkisfýsni og fleksibilitetur eru neyðugir førleikar.

 

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu til starvið. Vit kunnu somuleiðis bjóða tær eitt jaligt og framtakshugað arbeiðspláss við góðum kørmum, har tú fært møguleika fyri at seta tín dám á og vera partur av menningini av samdøgursrehabiliteringini.

 

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Honnu Joensen, deildarleiðara, á tlf. 290208 ella við telduposti hannaarnaj@rodin.fo

 

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til rodin@rodin.fo

Umsóknarfreistin er 11. juli 2019.

 

Posted on