SØKT VERÐUR EFTIR HEIMAHJÁLPUM TIL ROÐAN, ØKISTÆNASTUNA.

 

SØKT VERÐUR EFTIR:
Tveimum starvsfólkum á starvsbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðrnar eru frá kl 8 – 13. og 2. hvørt vikuskifti.
Einum starvsfólki á starvsbrøki 0,625. Svarandi til 25 tímar um vikna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi í dag-kvøldvakt og 2. hvørt vikuskifti.
Einum starvsfólki til heimatænastuna í økinum Oyndarfjørður/Elduvík/Funningur/Skálabotnur. Starvsbrøkurin er 0,5, svarandi til 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru frá 8-13.

FØRLEIKAR:
Útbúgving heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, herundir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA AT TÚ:
Hevur hóskandi arbeiðsroyndir
Hevur yrkisligan og menniskaligan førleika
Hevur hug at samstarva tvørfakligt
Kanst arbeiða sjálvstøðugt
Hevur teldførleika á brúkarastigið
Hevur koyrikort

VIT BJÓÐA:
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI:
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA:
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara, telefon 793304, t-post: kristbjørgt@rodin.fo
Størvini verða at seta sum skjótast.

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til rodin@rodin.fo í seinasta lagi mikudagin 12. september 2018.

Viðmerkjast skal „røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“ .

Posted on