SPENNANDI STARV Á VESTURSKIN

 

Talan er um eitt starv, sum sjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna, dagtímar mitt í viku.
Starvið er til setan 1. juni 2019 ella sum skjótast.

Vesturskin er sambýlið á Toftum og har búgva 16 fólk sum eru eldri enn 67 ár. Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.
Á sambýlinum starvast 2 sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á sambýlinum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina. Vit arbeiða við einstaklinga røktargongdum.
FØRLEIKAKRØV
• Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

• KT førleika á brúkarastøði

VIT LEGGJA DENT Á
– Áhugan fyri eldrarøkt
– Evni at samskifta í skrift og talu
– Evni at raðfesta, leggja arbeiði til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt
– Hugin og evnini at arbeiða og samstarva í toymi
– Hugin og evnini at læra frá sær í praksis
– Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni

ARBEIÐSUPPGÁVUR
– Sjúkrarøkt og røkt til búfólk
– Skipa røktargongdir til 6 búfólk
– At útinna, miðla og menna sjúkrarøkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
– Samstarva við aðrar fakbólkar

VIT BJÓÐA TÆR
– Góða innleiðslu
– Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
– Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður
– Møguleikan at menna røktina á deildini
– Gott tvørfakligt samstarv

Søkir sjúkrarøktarfrøðingur ikki starvið, kann starvið setast av heilsurøktarar – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Um annar stravsbólkur verður settur verður lønt sambært sáttmála millum KAF og heilsurøktarafelagið

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Torbjarnardóttir, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til annikat@rodin.fo

Posted on