SPENNANDI STARV SUM HEILSUHJÁLPARI Á SJÓVARLON

Talan er um eitt starv sum heilsuhjálpari á starvsbrøki 0,6 svarandi til 25 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Starvið er til setan sum skjótast.

Sjóvarlon er sambýlið á Strondum og har búgva 10 fólk, sum eru eldri enn 67 ár. Á sambýlinum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á sambýlinum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina. Arbeitt verður í samstarv við deildarleiðaran/sjúkrarøktarfrøðing við einstaklinga røktargongdum.
Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.

FØRLEIKAKRØV
• Prógv sum heilsuhjálpari

• KT førleika á brúkarastøði

VIT LEGGJA DENT Á
– Áhugan fyri eldrarøkt
– Evni at samskifta
– Evni at raðfesta arbeiðsuppgávur
– Hugin og evnini at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva í toymi
– Hugin og evnini at læra og læra frá sær í praksis
– Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni

ARBEIÐSUPPGÁVUR
– Dagliga røkt til búfólk
– Fylgja røktargongdum hjá búfólkunum
– At útinna, miðla og menna røkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
– Skjalfesta dagligu røktina
– Samstarva við aðrar fakbólkar

VIT BJÓÐA TÆR
– Góða innleiðslu
– Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
– Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður
– Møguleikan at menna røktina á deildini
– Gott tvørfakligt samstarv

Søkir heilsuhjálpari ikki starvið, kann starvið setast av hjálparfólkum í tíðaravmarkað starv.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og heilsuhjálparafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elmu Mikkelsen, deildarleiðara á Sjóvarlon, telefon 793387 ella við telduposti til elmam@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”heilsuhjálpari til Sjóvarlon”.
Umsóknarfreistin er 14. mai 2019.

 

Posted on