SÚKRARØKTARFRØÐINGUR TIL VESTURSKIN

 

Talan er um eitt spennandi starv, sum sjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna, dagtímar og mitt í viku.
Starvið er til setan 1. September 2019 ella sum skjótast.

Vesturskin er sambýlið á Toftum og har búgva 16 fólk sum eru eldri enn 67 ár. Vesturskin er partur av Roðanum, sum er eldrasamstarvið millum Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu. Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.
Á sambýlinum starvast 2 sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á sambýlinum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti sammett til røktina. Vit arbeiða við einstaklinga røktargongdum til hvørt búfólk.
FØRLEIKAKRØV
• Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

• KT førleika á brúkarastøði

VIT LEGGJA DENT Á
– Áhugan fyri eldrarøkt
– Evni at samskifta í skrift og talu
– Evni at raðfesta, leggja arbeiði til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt
– Hugin og evnini at arbeiða og samstarva í toymi
– Hugin og evnini at læra frá sær í praksis
– Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni

ARBEIÐSUPPGÁVUR
– Sjúkrarøkt og røkt til búfólk
– Skipa røktargongdir til 6 búfólk
– At útinna, miðla og menna sjúkrarøkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
– Samstarva við aðrar fakbólkar

VIT BJÓÐA TÆR
– Góða innleiðslu
– Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
– Eitt gott arbeiðspláss, góðar starvsfelagar og góðar umstøður
– Møguleikan at menna røktina á deildini
– Gott tvørfakligt samstarv

Søkir sjúkrarøktarfrøðingur ikki starvið, kann starvið setast av heilsurøktara – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Torbjarnardóttir, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til annikat@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingr til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 15. august 2019.

 

Posted on