Ergo- og fysioterapi

Roðin bjóðar ergo- og fysioterapi til fólkapensjonistar.

Endamálið við terapiini er, at tann einstaki fólkapensjonisturin fær møguleika til at:

  • At betra ella varðveita møguleikarnar fyri at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív sum gjørligt.
  • At betra um heilsustøðuna.
  • At fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni.

Avgerð um veiting av ergo- og/ella fysioterapi verður tikin við støði í  fakligari meting.

Um tørvur er á fysio- ella ergoterapi, kann ein seta seg í samband við økistænastuna á tlf  478200 ella senda umsóknarblað, sum sæst niðast á síðuni.

Ein  fysio- ella ergoterapeutur kemur so heim til eitt prát, metur um støðuna, og avgerð um átøk skulu gerast. Átøkini kunnu verða útvegan av hjálpartólum, venjing og vegleiðing annars.

Venjingarhølir eru í Heilsumiðstøðini á Strondum og á Eysturoyar Røktar-og ellishemi

Deildarleiðari er Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur.

Leinkja til umsóknarblað