Heimahjálp

Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli við tí endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Heimahjálp verður veitt soleiðis:

  • Heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt pensjónistum, ið hava tørv á hjálp ella røkt orsakað av varandi sjúku ella breki
  • Heimahjálp kann verða veitt fyribils í eitt styttri tíðarskeið orsakað av bráðfeingissjúk ella breki.

Gjaldið fyri hesa tænastu er ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. Link til kunngerðina sæst niðast á síðuni.

Avgerð um at veita hjálp verður tikin við støði í eini fakligari meting, har starvsfólk hjá Roðanum  kemur á heimavitjan.

Metingin tekur støði í førleika og tørvi borgarans og orkuni hjá privata netverkinum.

Um tørvur er á heimahjálp, ber til at venda sær til Roðan á tlf. 478200 yrkadagar millum kl. 09 – 15 ella senda umsóknarblað, sum fæst niðast á síðuni.

Deildarleiðari er Annfríð Neslíð, sjúkrarøktarfrøðingur

Leinkja til umsóknarblað

Leinkja til kunngerð