Heimasjúkrarøkt

Heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing. Endamálið er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Heimasjúkrarøkt er ókeypis og umfatar borgarar í øllum aldri, bæði í mun til bráðkomna og kroniska sjúku. Sjúkrarøktin verður veitt í ambulatorii, heima hjá borgaranum ella á bústovni.

Avgerð um at veita sjúkrarøkt verður tikin við støði í eini fakligari meting.

Um einum tørvar sjúkrarøkt ber til at venda sær til Roðan á tlf 478200, yrkadagar millum 10-15 ella senda umsóknarblað, sum fæst niðast á síðuni.

Deildarleiðari er Annfríð Neslíð, sjúkrarøktarfrøðingur

Leinkja til umsóknarblað