Tvey starvsfólk til dagtilhaldið Heimistovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið í Runavík

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum, at byrja 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu..
Heimistova er eitt dagtilhald fyri heimabúgvandi. Harafturat er tað eisini eitt tilboð fyri húsfólkini á heiminum. Tilboðini fevna m.a. um sang, lesnað, ítriv, útferðir, handaligt arbeiði, rørslu og at ganga túrar.
Endamálið er, at stuðla hvørjum einstøkum til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi.
Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkini hava røttu persónligu eginleikarnar, gott tol og ein jaligan hugburð.
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey eldru, so hevur tú møguleikan at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Talan er um tvey størv á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Annað starvið er at rokna til starvsfólk við heilsufakligum ella røktarfakligum førleika. Arbeiðstíðin er frá kl 9-16 , týs- miku- hós- og fríggjadag.

Førleikakrøv

• Áhuga og hegni at vera um eldri fólk
• Vera rúmlig/ur, tolin, kreativ/ur, og tola at tingini ikki altíð ganga sum ætlað
• Hava gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og duga at brúka hesar í arbeiðinum
• Megna at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tey eldru, avvarðandi og starvsfelagar
• Vera ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
• Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv.
• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða tær

• Fakligar avbjóðingar í samstarvi við starvsfólkið í toyminum
• Góðar og mennandi arbeiðsumstøður
• Heimligt og positivt arbeiðsumhvørvi
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðbjørg Joensen, deildarleiðara á tlf. 793363 ella við telduposti til eydbjorgj@rodin.fo

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2019 kl 12. Vinarliga viðmerk
“starvsfólk til Heimistovu “ í umsóknina.

Posted on