August 7, 2020

Herd tiltøk sett í verk í Roðanum økistænastuni

Fyri at verja eldru borgararnar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu ímóti Koronasmittuni eru hesi tiltøk sett í verk í Roðanum næstu tvær vikurnar:
• Allar venjingar eru avlýstar.
• Dagtilboðið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi eru stongt
• Eysturoyar røktar- og ellisheim og sambýlini Vesturskin og Sjóvarlon eru stongd fyri vitjandi. Bert undir heilt serligum umstøðum, og við loyvi frá deildarleiðaranum, ber til at vitja.

Jóngerð Guttesen
Leiðari