Vesturskin, varð tikið í nýtslu 1. september 2004. Á Vesturskin er 16 búpláss, har av eitt verður brúkt til umlætting.

Frisør og fótarøkt kann veitast á Vesturskini eftir avtalu

Deildarleiðari er Ingun Gaardbo, sjúkrarøktarfrøðingur

Samstarvsráð

Sambært § 15 í løgtingslóg um Heimatænastu, eldrarøkt v.m. skal veljast samstarvsráð á røktarheimum og sambýlum.

Í samstarvsráðnum á Vesturskini sita fyri árið 2022:

  • Mary Joensen, búfólka umboð
  • Annvør Jacobsen, avvarðandi umboð
  • Elisabeth Joensen, starvsfólka umboð

Nevndin skipar seg sjálv.

Bústaður:
Á Kneysum 14
650 Toftir