February 1, 2019

Dagliga leiðslan av Dagtilhaldinum á Skála

Dagliga leiðslan av Dagtilhaldinum á Skála hevur ligið hjá Deildarleiðaranum í Heimatænastuni Kristbjørg Toftegaard, inntil ársskiftið 18/19.

Leiðslan í Roðanum hevur valt at flyta hesa ábyrgd til Demenssamskiparan hjá Roðanum, Unn Justinussen. Unn hevur virkað sum Demenssamskipari hjá Roðanum síðan 1. maj 2017 og hevur m.a. ábyrgd av heimabúgvandi borgarum, sum eru minnisveikir. Fleiri av hesum borgarum koma dagliga í Dagtilhalið á Skála.

Roðin ynskir Unn blýðan byr í víðkaða starvinum.