Demenssamskipari til Roðan

Demenssamskipari til Roðan

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri teim, ið eru minnisveik, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Søkt verður eftir

Demenssamskipara í starvsbrøki 0,7.

Umframt at røkja starvið sum demenssamskipari hjá Roðanum, kemur tú eisini, at byrja við, partvís, at røkja aðrar uppgávur sum heimasjúkrarøktarfrøðingur.

Setanin er frá 01.04.17 at rokna – ella eftir nærri avtalu.

Starvsstaðið er Heimatænastan hjá Roðanum.

Førleikakrøv
• Demenssamskipara útbúgving og royndir innan økið
• Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
• Áhuga og hegni at vera um borgarar ið eru minnisveikir
• Hegni/royndir at ráðgeva/undirvísa starvsfólki, avvarðandi og øðrum
• Ja-ligan hugburð
• Hug og hegni til samstarv
• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða tær
• Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
• Avbjóðingar, ið at gerast partur av toymi, sum gongur á odda at skipa og menna tænastuna á nevnda øki
• Góðar arbeiðsumstøður

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær leiðaran hjá Roðanum, á tlf. 478200 ella 290200

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella við post til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,
att: leiðarin
og skal verða okkum í hendi innan 28.02.17,kl.10.00. Vinarliga viðmerk “Starv hjá Roðanum” í umsóknini.

Posted on