Fakligur samskipari til Roðan

Roðin søkir eftir fakligum samskipara

Vilt tú vera við til at menna og mynda Roðan-økistænastuna, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir at gerast okkara fakligi samskipari.

Talan er um nýtt starv við setanarbrøki 0,8, at byrja 1. apríl 2017 ella eftir nærri avtalu Uppgávan hjá fakliga samskiparanum verður, í tøttum samstarvi við leiðaran hjá Roðanum m.a. at virka fyri at

· Menna starvsfólk
· Samskipa eitt lærandi umhvørvi fyri lesandi og næmingar
· Menna tænasturnar og tilboðini hjá Roðanum
· Gera kunnandi tilfar um Roðan
· Gera mannagongdir
· Savna hagtøl

Førleikakrøv:

· Útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur og hevur kliniska vegleiðaraútbúgving
· Fyrisitingarligar royndir
· Leiðsluútbúgving ein fyrimunur
· Dugir at orða seg í skrift og talu
· Góð samstarvsevnir
· Málrættað/ur og arbeiðssom/samur
· KT førleika

Vit kunnu bjóða:

· Stórar fakligar avbjóðingar
· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
· Gott samstarv við onnur fakfólk
· Stóra ávirkan á menningina av tænastum og tilboðum hjá Roðanum

Lønar- og setanartreytir: sambært galdandi sáttmála

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Tord Niclasen, leiðara á tlf. 290200 ella við telduposti: tordurn@rodin.fo

Skrivlig umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til: Roðin-økistænastan, Friðartún 1, FO 620 Runavík att: leiðarin ella við telduposti til rodin@rodin.fo

Umsóknarfreistin til starvið er 15. februar 2017

 

Posted on