Sjóvarlon er sambýlið á Strondum, sum hýsir 10 eldri fólkum. Á sambýlinum verður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkunum.
Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Sjóvarlon strembar eftir, at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Talan er um eitt farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur á starsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er í dagvaktum 3 gerðandisdagar og skiftisvaktum 2. hvørt vikuskifti. Starvið er til setan 1. mai 2019 – 1. mai 2020.
FØRLEIKAKRØV
– Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur | |
– Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering | |
– Góð evni at samskifta í skrift og talu | |
– Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari eind í menning |
|
– KT-førleika á brúkarastøði
– Fyrimun um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving |
VIT BJÓÐA TÆR
– ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag | |
– ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum | |
– eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar | |
– møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum |
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elmu Mikkelsen, deildarleiðara á Sjóvarlon. Telefon 793387 ella við telduposti til elmam@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon”.
Umsóknarfreistin er 19. mars 2019.