April 27, 2021

Feriuavloysarar til Roðan

Vilt tú verða ein partur í at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu?

  • ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari?
  • ert tú í ferð við at útbúgva teg innan hesi økið?
  • kundi tú hugsa tær at útbúgvi teg innan hesi økið?
  • ella manglar tær bara eitt arbeiði í summar?

So er tað tær vit leita eftir, sum feriuavloysara til Roðan.

Røktarstarvsfólk

Til  Eysturoyar røktar – og ellisheim, sambýlini Vesturskin og Sjóvarlon og til  heimatænastuna verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum at arbeiða í tíðarskeiðnum  frá 01. juni til  30. september 2021.

Arbeiðið umfatar heilsu-og sjúkrarøkt, heimahjálp, og vegleiðing til borgarar, sum búgva heima og/ella á Eysturoyar røktar- og ellisheimið, Vesturskin og Sjóvarlon.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í skiftandi vikuskiftum

Reingerðingsfólk

Til Eysturoyar røktar- og ellisheim, Vesturskin og Sjóvarlon verður søkt eftir fólki at gera reint. Eisini verður søkt eftir fólki til vaskaríið á Eysturoyar røktar- og ellisheimið. Arbeiði er í dagtímunum gerandisdagar.

Køksrøktarstarvsfólk

Til Vesturskin og Sjóvarlon verður søkt eftir køksrøktarstarvsfólki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og skiftandi í vikuskiftum.

Lønar- og setanartreytir

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Roðan økistænastuna tlf 478200 ella tpost rodin@rodin.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2021. 

Umsóknin, merkt “summarfrítíðaravloysari” skal sendast við telduposti til: rodin@rodin.fo ella við posti til Roðin økistænastan, Friðartún 1, FO 620 Runavík.