Talan er um eitt spennandi starv sum heilsurøktari, á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri øðrum starvsbrøki.
Starvið er til setan 1. Juli 2020 ella sum skjótast.
Norðurstova er búeind á Eysturoyar røktar- og ellisheimið í Runavík. Í Norðurstovu búgva 24 eldri fólk. Eysturoyar røktar- og ellisheim er partur av Roðanum, sum er eldrasamstarvið millum Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu. Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.
Í Norðurstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á eindini er skipað við greiðum ábyrgdarbýti sammett til røktina. Vit arbeiða við einstaklinga røktargongdum til hvørt búfólk.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
- KT førleika á brúkarastøði
VIT LEGGJA DENT Á
- Áhugan fyri eldrarøkt
- Evni at samskifta í skrift og talu
- Evni at raðfesta, leggja arbeiði til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt
- Hugin og evnini at arbeiða og samstarva í toymi
- Hugin og evnini at læra frá sær í praksis
- Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni
ARBEIÐSUPPGÁVUR
- røkt til búfólk
- Skipa røktargongdir
- At útinna, miðla og menna røkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
- Samstarva við aðrar fakbólkar
VIT BJÓÐA TÆR
– Góða innleiðslu
– Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag – Eitt gott arbeiðspláss, góðar starvsfelagar og góðar umstøður – Møguleikan at menna røktina á deildini – Gott tvørfakligt samstarv Søkir heilsurøktari ikki starvið, kann starvið setast av øðrum fakbólki – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar. SETANARVIÐURSKIFTI MEIRA FÆST AT VITA UMSÓKN
|