Kliniskir sjúkrarøktarfrøðingar – eitt fast starv og eitt farloyvisstarv

Fyri at kunna liva upp til sjúkrarøktarfakligu krøvini, sum eru neyðug innan eldraøkið, hevur Roðin valt at seta eitt toymi saman við kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum, sum við teirra fakligu førleikum fara at tryggja sjúkrarøktina á Vesturskin – umframt at teir fáa ein týðandi leiklut í ávirkanini á tænasturnar og gerandisdagin á heiminum.

Á Vesturskin eru 15 búpláss og eitt pláss til umlætting. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á heiminum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.

Talan er um:

  • Eitt fast starv, sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum gerandisdagar. Um ynski er, er møguleiki at arbeiða eitt vikuskifti um mánaðin í dagtímunum.
  • Eitt barnsburðarfarloyvisststarv, sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum gerandisdagar. Arbeiðsdagarnir eru á 7 tímar.Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førleikamenning innan útbúgving og skeið.

 

Førleikakrøv:

  • Ætlanin er at klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir á Vesturskin, verða knýttir at toymi við kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum á Eysturoyar røktar og ellisheimi.
  • Tú kemur at arbeiða í toymi við einum øðrum sjúkrarøktarfrøðingi og verða sett í Roðanum við starvsstað á Vesturskin. Uppgávurnar eru býttar ímillum sjúkrarøktarfrøðingarnar. Tit hava eitt tætt samstarv og góða tíð til fakliga sparring. Tit eru við til at mynda starvið og leggja sjálvi tykkara arbeiði tilrættis. Tit hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á heiminum við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vanadamálsstøðum. Tit samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði internt og eksternt. Tit hava serlig fakøki s.s. heilivág, kliniska vegleiðing, planleggja røktargongdir og palliatión um hendi.
  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika á brúkarastøði  

Vit vænta at tú: 

Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir kjarnuuppgávu Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja

  • sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi.
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparing og undirvísing.
  • Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
  • Fyrimunur um tú hevur royndir innan eldrarøkt og/ella kliniska sjúkrarøkt
  • Kann verða fyrimunur um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving
  • Kann verða fyrimunur um tú ert útbúgvin demenssamskipari.Farloyvisstarvið verða at seta 1. apríl 2020 – 31. Maj 2021

 

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Tórbjarnardóttir, deildarleiðara, tlf. 793388 ella við telduposti annikat@rodin.fo Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.Málið er er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.

  • Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

 

  • Umsókn
    Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur Vesturskin” og ”farloyvisstarv kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur Vesturskin”.
    Umsóknarfreistin er 15.febeuar. 2020.
  • Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

  • Setanarviðurskifti
    Fasta starvið verður at seta 1. mars ella skjótast gjørligt.
  • At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”
Posted on