Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur – farloyvisstarv

Fyri at kunna liva upp til sjúkrarøktarfakligu krøvini, sum eru neyðug innan eldraøkið, hevur Roðin valt at seta eitt toymi saman við trimum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum, sum við teirra fakligu førleikum fara at tryggja sjúkrarøktina á Eysturoyar røktar- og ellisheimi – umframt at teir fáa ein týðandi leiklut í ávirkanini á tænasturnar og gerandisdagin á heiminum.

Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi eru 65 búpláss umframt 5 samdøgursrehabilitering-/umlættingarpláss. Deildirnar eru tríggjar – tvær á 24 búpláss harav 4 eru samdøgursrehabilitering/umlætting og ein demendeild við 21 búplássum og 1 umlættingarplássi. Á deildunum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á deildunum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.

Talan er um:

  • Eitt barnsburðarfarloyvisststarv, sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum gerandisdagar og í dagtímunum 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðsdagarnir eru á 7 tímar.

Tú kemur at arbeiða í toymi við tveimum øðrum sjúkrarøktarfrøðingum og verða sett í Roðanum við starvsstaðið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Uppgávurnar eru býttar ímillum allar tríggjar sjúkrarøktarfrøðingarnar. Tit hava eitt tætt samstarv og góða tíð til fakliga sparring. Tit eru við til at mynda starvið og leggja sjálvi tykkara arbeiði tilrættis. Tit hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á heiminum við bæði kompleksum, torgreiddum, akuttum, somatiskum og sálarligum vanadamálsstøðum. Tit samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði internt og eksternt. Tit hava serlig fakøki s.s. heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi.

Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førlleikamenning innan útbúgving og skeið.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkennng sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika á brúkarastøði 

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir kjarnuuppgávu Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
  • Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjalvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi.
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og at tær dámar væl avbjóðingar.
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing.
  • Dugur væl at málbera teg í skrift og talu.
  • Fyrimunur um tú hevur royndir innan eldrarøkt og/ella kliniska sjúkrarøkt
  • Kann verða fyrimunur um tú hevur kliniska vegleiðaraútbúgving
  • Kann verða fyrimunur um tú ert útbúgvin demenssamskipari.

Setanarviðurskifti
Starvið verða at seta 1. mars 2020 – 31. Mars 2021 og lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, tlf. 793300 ella við telduposti jongerdg@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”farloyvisstarv sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur”.
Umsóknarfreistin er 06.januar. 2020.

 

Roðin er javnbjóðis samstarv millum Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Kjarnuuppgáva Roðans er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Málið er er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu.

  • At veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
  • At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”

 

 

Posted on