Køksstarvsfólk til Sjóvarlon

FYRI STARVSFÓLK Í BARNSBURÐARFARLOYVI VERÐUR SØKT EFTIR EINUM KØKSFÓLKI TIL SAMBÝLIÐ SJÓVARLON Á STRONDUM.

 

Sambýlið á Strondum søkir eftir einum køksfólki fyri køksfólk í barnsburðarfarloyvi at arbeiða 38,5 tímar aðru hvørja viku.

Arbeiðstíðirnar eru um dagin og eru tímarnir býttir á allar sjey dagarnar í vikuni.

 

FØRLEIKAKRØV

  • Tær dámar og tú dugur at gera mat
  • Tú hevur KT førleika á brúkarastøði
  • Tær dámar at arbeiða við eldri fólki
  • Tú hevur hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búeind í menning

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • tú ert røkin og arbeiðsson/samur
  • tú ert fleksibul og tolir broytingar

VIT BJÓÐA

  • Virknar og dugnaligar starvsfelagar
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Ávirkan á menningina á Sambýlinum
  • Góða innleiðslu

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður at seta sum skjótast til 30.juni 2021 og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið

 

MÆRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara á Sjóvarlon, telefon 793387 ella við telduposti til gunno@rodin.fo

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal “køksfólk til Sjóvarlon”

Umsóknarfreistin er 14. juni 2020.

 

 

 

Posted on