Lýsing eftir Sjúkrarøktarfrøðingi/heilsuhjálpara til Roðan

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri fyri teim,ið búleikast á heimum okkara, so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Søkt verður eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi til Demensdeildina í starvsbrøki 0,8
Setanin er frá 01.09.17 at rokna – ella eftir nærri avtalu.

Heilsuhjálpara til Demensdeildina í stavsbrøki 0,7
Avloysarastarv fyri tíðarskeiðið 01.09 – 31.12.17

Starvsstaðið er Eysturoyar Røktar-og ellisheim.

Førleikakrøv
• Viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið
• Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
• Àhuga og hegni at vera um borgarar ið eru minnisveikir
• Ja-ligan hugburð
• Hug og hegni til samstarv
• KT-førleika á brúkarastøði

Vit kunnu bjóða
• Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
• Góðar arbeiðsumstøður
• Skipaða innleiðslu
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eimy Hansen, deildarleiðara á tlf. 478200 ella 290209

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,
att: leiðarin
og skal verða okkum í hendi innan 25.07.17. Vinarliga viðmerk “Starv hjá Roðanum” í
umsóknini.

Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu: www.rodin.fo

Posted on