Lýsing eftir starvsfólki til Dagtilhaldið á Skála

Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunna búgva heima longst møguligt.
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri teim,ið eru minnisveik,so er tað tær, vit leita eftir til at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Talan er um 0,875 starvsbrøk. Arbeiðstíðin er frá kl 9-16 gerandisdagar.
Starvið verður at seta sum skjótast.

Starvsstaðið er Dagtilhaldið á Skála.

Førleikakrøv
• Røktarfakliga/Heilsufakliga útbúgving
• Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
• Àhuga og hegni at vera um borgarar, ið eru minnisveikir
• Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum
• Ja-ligan hugburð
• Hug og hegni til samstarv
• KT-førleika á brúkarastøði
• Fyrimunur at hava útbúgving, sum demenssamskipari

Vit kunnu bjóða tær
• Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
• Avbjóðingar, ið at gerast partur av toymi,sum gongur á odda at skipa og menna tænastuna á nevnda øki
• Góðar arbeiðsumstøður
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, demenssamskipara tlf. 793351 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo ella til ROÐIN øksistænastan, Friðartún 1, 620 Runavík,

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 27. Desember 2017. Vinarliga viðmerk
“demenssamskipari “ í umsóknini.

Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkarar: www.rodin.fo

Posted on