Búmerkið hjá felagnum
31. jul. 2026

Heilsurøktari til Vesturskin á Toftum.

Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum hjá eldri fólki? So kanst tú gerast partur av okkara dugnaliga toymi.

Eitt starv sum heilsurøktari er leyst at søkja til Vesturskin á Toftum.

Starvið er fulla tíð, men starvsbrøkur kann tillagast eftir avtalu. Arbeiðstíðin er dag- og kvøldvaktir, umframt arbeiði annaðhvørt vikuskifti.

Setanin er frá 1. september 2026 ella skjótast gjørligt.

Um skikkaður heilsurøktari ikki søkir starvið, kann annar skikkaður umsøkjari verða settur, og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir førleikum.

Um Vesturskin

Vesturskin er eitt sambýli á Toftum, har 16 fólk búgva. Dentur verður lagdur á at skapa ein gerandisdag, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá hvørjum einstøkum húsfólki.

Á Vesturskini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit leggja stóran dent á høga fakliga dygd, viðurkennandi arbeiðshátt og eitt umhvørvi, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Vit vænta, at tú

  • hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • hevur áhuga í at arbeiða við eldri fólki
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • trívist í tvørfakligum samstarvi og hevur hug at vera partur av eini búðeind í menning
  • hevur KT-førleikar á brúkarastøði

Vit bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • ein spennandi og mennandi gerandisdag við fakligum avbjóðingum
  • eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
  • góðar møguleikar at seta tín dám á arbeiðið og vera við til at menna tænasturnar hjá Roðanum

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskini, á telefon 793388 ella við telduposti ingung@rodin.fo.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til rodin@rodin.fo.

Viðmerk: "Heilsurøktari til Vesturskin".

Umsóknarfreistin er 16. august 2026.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og bjóða tær vælkomnum í starvsfólkahópin á Vesturskini.