Eysturoyar røktar- og ellisheim søkir eftir einum reingerðingsfólki. Arbeiðstíðin er 22 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag.
FØRLEIKAKRØV
- Góð evni at samskifta
- Hug at arbeiða og samstarva við húsfólk og starvsfólk á sambýlinum
- Fyrimun hava tey, sum eru von at vaska.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sum skjótast og lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.
UMSÓKN
Meir fæst at vita um starvið við at ringja til Astu Nygaard á tlf 290206 ella 478200.
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast við telduposti til rodin@rodin.fo innan 18. februar 2021.