February 6, 2018

Roðin bjóðar borgarum 67 ár og eldri til venjing og samveru

Roðin økistænastan fer nú at bjóða borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.

Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag frá kl. 13 – 14.

Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin týsdag og hósdag frá kl. 11-12.

Venjingin er ikki fyri at blíva yngri, men fyri at blíva eldri.

Tilboðið er við tí fyri eyga at økja um kontitiónina, vøddastyrkina og betra balansuna. Hetta kann fyribyrgja falli og lívstílsjúkum og kann stuðla undir vælveru og lívsgleði.

Øll kunna vera við.
faldari-venjing-67-og-eldri-roin-2018