July 6, 2017

Roðin fingið nýggjan leiðara.

Á fundi í stýrinum 28. Juni 2017 varð avgerð tikin um at seta Jóngerð Guttesen í starvið sum leiðara hjá Roðanum, nú Tordur J. Niclasen hevur sagt seg úr starvi.

Tá umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 9 umsóknir komnar til starvið.

Jóngerð Guttesen, sum býr í Hoyvík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og diplomleiðari og gerst skjótt Master í almennari leiðslu.

Jóngerð hevur 15-ára royndir á eldraøkinum, fyrst sum sjúkrarøktarfrøðingur, síðani varaleiðari og leiðari á røktarheimum, m.a. sum fyrsti leiðarin á Boðanesheiminum, og síðani 2014 sum eindarleiðari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Jóngerð tekur við starvinum eftir summarferiuna.